Vælkomin

Auto 1952-2012


  1. Vælkomin á heimasíðu okkara.

Tað er ein ávísur munur á hýruvognskoyring í 1952 og so nú vit skriva 2012.

Ein munur er á bilunum og takstinum. Eisini er stórur munur á umstøðunum í dag og tá, men tænasta og álit  hevur altíð verið og er enn okkara fremsta uppgáva.

Fyrsta lýsingin hjá Auto kom í Dagblaðnum tann 22 apríl 1955, og her er so heimasíðan hjá Auto 2012.

Góðan túr


FlogvøllurinAuto Airport taxi

   
 
Eitt av okkara mest týðandi tiltøkum í nýggjari tíð, er tilboðið um koyring á flogvøllin. Tað ferðast hópin av fólki um flogvøllin, og eitt nútímans samfelag eigur at veita ferðafólki skjótan og góðan flutning bæði til og frá flogvøllinum. 
Hetta er tað vit meta, vit eru góðir til, og hava nú í eitt tíðarskeið  ávíst kundum okkara hendan møguleikan. Tað tykist sum kundar okkara hava sæð  fyrimunin í hesum, og tey sum hava roynt hetta lata væl at.

Okkara tilboð Tórshavn- flogvøllurin í samband við Atlantic Airways er 180,- dkr  fyri hvønn ferðandi. Sama er galdandi fyri flogvøllin-Tórshavn.

Auto er altíð opið, so til ber  at bíleggja alt døgnið. Eisini ber til at bíleggja online her.

If you want a taxi

31 1234 and 3 x 36

Skype Me™!Ring ókeypis

við SKYPE
Auto taxi
Auto booking
Auto airport
Auto Hafnia


P/F Auto
Niels Finsensgøta 28
Boks 146
FO-110 Tórshavn