Auto er har 1, 2, 3 og 4.
Ja, also fyrst ringja vit 31 og so 1 2 3 4.
Í hesum tíðum við teldum, appum og skjótt við sjálvkoyrandi bilum, er kanska eitt sindur trupult at siga, hvat Auto er sett í verðina at gera.
Men sjálvandi fylgir Auto eisini við samskiftistíðini. So tú kanst eisini nýta okkara app (Apple eins og Android), bæði til at bíleggja styttri og longri túrar. Tú skal verða vælkomin at fara á alnetið og ogna tær okkara ókeypis app.
Tú kanst sjálvsagt eisini bíleggja okkara vælumtóktu tænastu til og frá flogvøllinum í Vágum. Vit heinta teg og títt viðføri heima, ella á flogvøllinum. Sig okkum bara frá innan 3 tímar áðrenn fráferð, so avgreiða vit restina.
Jú, vit skulu framhaldandi gera tað, sum vit altíð hava gjørt. At koyra fólk trygt og væl frá einum staði til annað. Tað hevur Auto síðani stovnanina í 1952 verið kent fyri. Teir fyrstu bilførararnir vóru kendir fyri at veita eina sera, sera góða tænastu til síni viðskiftafólk. Eitt var, at tú skuldi koyrast sjálvur, men tá tað ikki lá fyri hjá tær sjálvum at fara eitt týðandi ørindi, so kundi tú óttaleysur lata ein av bilførarunum hjá Auto gera tað fyri teg.
Og tað kanst tú enn. Vit koma beinanveg, tá tú ringir. Vit hjálpa til við viðførinum og fáa teg at sita væl í einum av okkara altíð reinu og væl viðlíkahildnu bilum. Vit hava eina innanhýsis góðskuskipan, sum javnan verður eftirmett og tillagað, tí vit hava eittans endamál, og tað er, at kundin skal verða nøgdur við okkara tænastu. Og tað er líkamikið, um talan er um persónsflutning, ella vit verða sendir við ella eftir onkrum persóni ella luti fyri kundan.
Og so halda vit, at tað er sera hugnaligt at fáa eitt prát meðan vit koyra. Og tað er meira enn so, at vit fáa sera góð skotsmál frá útlendingum, sum halda okkum duga væl at greiða frá um land okkara, og, at okkara hjálpsemi er stórt.
Vit seta í hásæti eina persónliga tænastu til kundar okkara, sum koyra í nýggjum, tryggum bilum. Okkara útbúgving og vilji at geva eina góða tænastu, hevur givið góð úrslit. Og tað takka vit kundum okkara fyri.
Samstundis fara vit eisini at hava hetta sum okkara aðalmál, tí vit meta okkum hava fullan førleika at lyfta arvin eftir stovnarunum av Auto, har talan var um at veita eina góða og persónliga tænastu.
Kioskin í niðaru hæddini er opin alt samdøgrið. Har fæst øll vanlig kioskvøra, so sum sjokuláta, sodavatn og kips.
EISINI FÆST:
SEVEN TAKE-AWAY KINABOKS
DØGURÐARÆTTIR & TVÍFLÍSAR FRÁ FK.
Navn: | P/F AUTO |
---|---|
Bústaður: | Niels Finsensgøta 28, Postbox 146, FO-110 Tórshavn |
Kommuna: | Tórshavnar Kommuna |
Nevnd: |
|
Nevndarformaður: | Eigil Olsen |
Næstformaður: | Petur Splidt |
Stjóri: | Herluf Ingvardson Vang |
Felagið verður teknað av stjóranum saman við tveimum nevndarlimum í felag. Endamál felagsins er at reka aksturvinnu. Støðin hevur 36 bilar, og eru teir ymiskir til støddar. |
Designed and programmed by Aivot© 2024