Kl. 06:00 – 17:00 | Kl. 17:00 – 00:00 | Kl. 00:00 – 06:00 |
---|---|---|
855,- | 930,- | 1050,- |
Elduvík er gomul bygd. Fyrstu ferð hon er nevnd, er í Hundabrævinum.
Bygdin verður nógv vitjað av ferðafólki. Har er sera vakurt og nógv at síggja.
Ein gongutúrur í vestara parti av bygdini, har kirkjan og gamli býlingurin eru, er sera hugnaligur.
Eisini er vert at ganga oman á lendingina, sum liggur eitt fitt petti norðanfyri bygdina.
Ein túrur millum gróthúsini í eystara parti av bygdini er áhugaverdur. Eitt kort, sum lýsir, hvussu nógv gróthús vóru í gomlum døgum, er sett upp til tey vitjandi.
Designed and programmed by Aivot© 2023