Kl. 06:00 – 17:00 | Kl. 17:00 – 00:00 | Kl. 00:00 – 06:00 |
---|---|---|
845,- | 950,- | 1080,- |
Bygdin Eiði, hevur navn eftir landslagnum, eftir eiðinum millum Sundalagið fyri sunnan og Norðhavið fyri norðan. Vestantil stendur Eiðiskollur, 343 m. høgur, og eystantil fjallarøðin við hægsta fjalli okkara, Slættaratindur, 882 m. høgt.
Eingin ivi er um, at Eiðis bygd er ein av fyrndarbygdum frá landnámstíð. Hvør, ella hvørji teir vóru, sum bygdu hendan stað, nær teir koma, og hvaðani teir komu, er torført at meta um.
Búreisningasøga Eiðis bygdar fór í gloymskuna, men tó eru glottar at hóma, onkur lesningur liggur eftir á bakkatromini. Útgrevsturin í gomlu bygdini og burturgloymdu fjallabygdini á fløtuni undir Ægisbrekkuni við Eiðisvatn vísir okkum á fornnorrøna búseting í víkingaøld…”
(Brot úr bókini “Úr Eiðis søgu”, Óli Egilstrøð, ISBN: 99918-3-152-5)
Designed and programmed by Aivot© 2025