Á stovnandi fundinum tann 17. desember 1952, sum varð hildin á skrivstovuni hjá Trúgva Samuelsen, sakførara, vóru møttir: Johannes Berg, Eigil Gunnarsson, Kaysten Andreasen, Henry Svenson og Andrew Djurhuus
Samlaður partapeningur var 10.500 kr..
Fyrsti nevndarfundur varð hildin sama dag. Í nevndina komu Kaysten Andreasen, Johannes Berg og Eigil Gunnarsson. Til granskoðara varð valdur Jákup Jensen.
Nevndin skipaði seg við Eigil Gunnarsson sum formanni Johannes Berg sum næstformanni og Kaysten Andreasen, nevndarlimi.
Støðin fekk navnið P/F Taxa A/S.
Taxa hevði tlf. 450 øll árini. Seinni kom nummar 650 afturat. Tey, sum ringdu eftir bili, máttu siga við tey á telefonstøðini, hvørja støð tey ynsktu, annars varð bara umstillað til onkra bilstøð í býnum.
Tá tað frættist í 1957, at automattelefonir vóru á veg, varð umsókn beinanveg send inn um telefonnummarið 1-2-3-4, og hevur hetta verið partur av telefonnummarinum hjá Auto fram til dagin í dag.
P/F Taxa var ein samanrenning av støðunum Taxa og Bilstøðini í J. C. Svabosgøtu.
Tann 22. apríl 1955 er ein lýsing í bløðunum:
“Nýtt navn – gomul bilstøð”.
Eftir at hava undirskrivað seming í sakarmálinum við Z. Niclasen, broyta vit navnið á bilstøð okkara P/F Taxa til “AUTO”
Telefonnummarið er óbroytt 1234 . eitt-tvey-trý-fýra.
Í 1957 fekk AUTO loyvi at seta upp sokallaðar telefonboksir í Tórshavn. Ein í Vágsbotni, ein við Eystaruvág, ein á Vaglinum, ein í Grønlandi og ein í Bókbindaragøtu . Longu tá kundi borgarin í Havn, bert við at trýsta á ein knøtt, fáa samband við AUTO.
Tann 15. mars 1955 varð avgjørt at taka upp samráðingar við Jens Paula av Reyni um grundøkið Matr. Nr. 393a.
7. juni 1955 keypti AUTO Mtr. Nr. 393a fyri 20.000 kr. og 28 november 1955 varð byrjað.
Á fundi 3. juli, varð samtykt at søkja um lán ímóti veðrætti í ognum felagsins.
Støðin stóð liðug á sumri 1956, og sambært lýsing um sama mundið, vóru 17 stórir bilar á støðini. Í skrivandi løtu eru 33 bilar sum koyra frá støðini.
Av tí at Havnará rann ígjøgnum økið, varð ein træbrúgv gjørd fyri at fáa innkoyring frá Niels Finsensgøtu. Ein partur av støðini varð eisini bygdur á hesa brúgv.
Hetta var ein vøkur støð, sum lá og liggur sera væl fyri í býnum.
Á støðini var avgreiðslurúm til teirra sum passaðu telefonina, ein køkur og rúm til bilførararnar.
Eitt stórt bilhús var við grøv, so bilførarar sjálvir høvdu møguleika at umvæla bilarnar. Eisini var søla av smyrjiolju og brennievni.
Fyrsti liturin sum støðin varð málað við, var gult við bláum listum, við búmerkinum “Auto” á framsíðuni.
Í 1969 varð gamla støðin tikin niður, og ein nýggj bygd uppaftur á sama stað.
Auto er fyrst bygda aksturbilstøð í býnum.
Støðin er síðani nútímansgjørd, og soleiðis broytt nakað. Hon verður viðlíkahildin, og fríðkað verður alsamt um hana .
Tað er við takksemi og virðing, vit hesa løtu hava leitað aftur í tíðina.
Hetta er ein støð vit øll eiga at verða errin av.
Designed and programmed by Aivot© 2024