Call 3x36 or 31 1234

Niels Finsensgøta 28
FO-110 Tórshavn

Tórshavn – Kunoy

Kl. 06:00 – 17:00 Kl. 17:00 – 00:00 Kl. 00:00 – 06:00
1065,- 1170,- 1320,-
kunoy

Kunoyar Kommuna.

Havnin gjørdist fyrsta kommunan í Føroyum við danskari rikisdagslóg frá 1866. Restin av landinum varð skipað í 7 kommunur í 1873. Kommunalu eindirnar komu at samsvara við tey 7 prestagjøldini, landið hevur verið býtt upp í síðani trúbótina, og Norðoyggjar vóru soleiðis skipaðar sum ein eind, kommuna og prestagjald. Harumframt var gamla sóknarskipanin, har Norðoyggjar vóru skipaðar í 7 sóknir, eisini galdandi. Í Norðoya Kommunu kundu vera ikki færri enn 5- og ikki fleir enn 9 limir. Teir skuldu veljast soleiðis, at í minnsta lagi ein var úr hvørjari sókn, og teir írestandi tveir veljast í felag av øllum borgarunum í kommununi.

Í 1907 søkti Vágs sókn (Klaksvík) um at sleppa burturúr Norðoya Kommunu. Eingin beinleiðis grundgeving var fyri hesum, men hildið verður, at menningin í Klaksvík síðani fríhandilin 1856, setti størri krøv til útbygging, men eisini skattligar, vinnuligar og umsitingarligar grundir hava verið fyri sundurskiljing. Men tað var ikki bara Vágs sókn (Klaksvík), ið vildi gerast leys av Norðoya Kommunu. Umsókn var eisini komin til løgtingið frá einum meiriluta av veljarunum í Kunoy, Mikladali og Húsa sókn um, at hesar vildu verða skildar sundur frá felags kommununi og skipast sum ein sjálvstøðug kommunal eind. Sostatt varð Norðoya Kommuna skild sundur í tríggjar kommunur í 1907: 1. Vágs sóknar kommuna, 2. Viðareiðis-, Fugloyar- og Svínoyar sóknar kommuna og 3. Kunoy, Mikladal og Húsa sóknar kommuna. Seinri fóru hesar so sundur í sjálvstøðugar eindir, og síðani 1930 hava bygdirnar á Kunoynni – Kunoy og Haraldssund – verið saman í einari kommunu. Kommunustýrislógin varð við ávisum broytingum galdandi til 1972, tá nýggj kommunulóg varð sett í gildi.

Kunoyggin er ein av teimum seks oyggjunum, vit nevna undir felagsheitið Norðuroyggjar. Navnafrøðiliga er hon nær skild við grannaoynna Kalsoy. Báðar bera navnið eftir tveimum drangum, ið hava staðið við norðurendan á oyggjunum. Kalsoy eftir Kallinum (Kallurin), sum hvarv í havið eftir ein høgættaródn 28. februar 1920, og Kunoy eftir Konuni (Konan), ein 66 m høgur drangur, ið stendur undir Kunoyarnakki.

Tríggjar bygdir hava, tað vit vita, verið á Kunoynni: Kunoy, Haraldssund og Skarð.

Kunoyggin er hægsta oyggj í Føroyum. Seks av teimum níggju hægstu fjøllinum í landinum finnst á Kunoynni, øll omanfyri 800 m høg.

Kunoy:

Kunoyggin er 64½ mørk.  32½ mørk hoyra til bygdina Kunoy, og er hetta øll vestursíðan. Hinar 32 merkurnar á eystursíðuni eru býttar ímillum Haraldssund, 16 merkur og Skarð, 16 merkur.

Bygdin og býlingarnir.

Bygdin Kunoy liggur á vestursíðan á Kunoynni. Hóast oyggin er 14 km long, er bara tann eini møguleikin fyri føstum búplássi á vestursíðuni, og har liggur bygdin á flatanum undir Skarðdali og Lítladali. Omanfyri dalarnir eru Lítlafjallið og Kúvingafjallið fyri norðan og Urðafjallið fyri sunnan. Ongar fornfrøðiligar kanningar eru gjørdar í Kunoy, ið kunna siga nakað um aldur á bygdini, men haldast má, at hon er bygd í landnámstíðini.

Tríggjar rættiliga stórar áir renna oman gjøgnum bygdina, Garðá, Myllá og Skarðdalsá, og tríggir býlingar hava verið frá fyrndini í bygdini, og liggja teir við hvør sína á. Suðuri í Bø, Heimi í Húsi og Norðuri í Húsi. Í 1737 eru tveir býlingar, Heimi í Húsi og Suðuri í Bø. Gamalt er, at Norð í Húsi skal vera triði býlingurin í Kunoy. Har skal fólk hava búð í gomlum døgum, men um ár 1700 doyr býlingurin út. Í 1825 búgva aftur fólk Norð í Húsi. Fólkateljingin í Føroyum í 1801 vísir, at í bygdini Kunoy búgva 13 familjur, sum telja tilsamans 64 fólk.

Í 1930´unum varð farið undir at gera ein uppdyrkingarveg í Kunoy. Hann gongur sunnan av Bø, niðan frá Garðá, framundir víðarlundini, har ein rættiliga stór brúgv varð gjørd um Myllá, og so norðureftir omanfyri bygdina, og omanaftur gongur hann í hin gamla vegin Norðuri í Húsi. Tað tók nakrar vetrar at gera vegin, og er hann nú uml.  1½ km til longdar.

Síðani vegasamband kom til bygdina, er stór útstykking gjørd í bygdini. Hendan útstykkingin liggur sunnanfyri Garðánna, og omanfyri býlingin Suðuri á Bø, og eru fleiri nýggj hús bygd har, eins og grundstykkir eru tøk til framtíðar sethúsabygging.

Lendingin.

Sambandið hjá kunoyingum við umheimin gekk fyri tað mesta um lendingina undir húsinum Heima í Húsi, niðri við Hólma. Har vóru í gomlu døgum tveir hólmar, og gjógvin, har sum uppskipað varð, hólmarnir vóru uttanfyri gjónna. Stórhólmur uttast og Lítlihólmur innanfyri. Sunnanfyri Lítlaholm var Sporið, har bátadrátturin var. Fleiri lendingarpláss eru annars á Kunoynni, ið bygdafólkið nýtti, t.d. tætt sunnanfyri ta vanligu lendingina var lendingin Suðuri á Rætt, ið ofta varð nýtt í brimi. Kunoyingar høvdu sum hinar bygdirnar á oynni, eisini landingspláss á Fiskimøl sunnanfyri Haraldssund. Á Møl, suðuri í nesinum, tætt við markið millum Kunoy og Haraldssund sæst farvegur eftir neystatoft, ið Kunoyingar hava havt í gomlum døgum. Lendingin í Kunoy er fleiri ferðir útbygd, brimgarður gjørdur og nógv stoypt fyri at betra um samferðslumøguleikarnar. Í 1978 varð vegur gjørdur oman til lendingina.

Nýggja tíðin avloysti øll hesi pláss, ið frá fyrndini høvdu tænt kunoyingum. Í 1980 bleiv byrjað uppá veg, tunnil og byrging.  Og størsta og mest kollveltandi broytingin í samferðsluni á Kunoynni var, ta landfast bleiv um Haraldssund í 1986, og hin 3.031 m langi Kunoyartunnilin og landsvegurin til Myllánna í Kunoyar bygd í 1988 alment bleiv tikin í nýtslu.

Kirkjan.

Á Kunoynni við sínum trímum bygdum er bert ein kirkja og ein kirkjustaður ávístur, og tað er í bygdini Kunoy. Fyrstu ferð kirkjan í Kunoy er nevnd, er í søgnuni um flokksmennirnar, har sagt verður, at kunoyingar flýddu inn í kirkjuna og nýttu hana sum griðstað. Síðani eru fleiri kirkjur nevndar í skjølum. Núverandi kirkja er bygd í 1867, hin fyrra var so lítil og niðurslitin, at ikki var mett ráðiligt at umvæli hana, men heldur taka hana niður og byggja eina nýggja, sum stóð liðug í 1867. Kunoyar Kirkja hevur síðani fingið fleiri ábøtur og umvælingar; el bleiv innlagt í 1952 og miðstøðuhiti í 1969. Kirkjan og kirkjugarðurin vóru í 1992 friðað sum fornminni. Í byrjanini av 2000-árunum bleiv nýggur kirkjugarður tikin í nýtslu norðanfyri kirkjuna.

Salurin:

Í 1938 bygdi brøðrasamkoman ein sal at halda møtir í. Húsini eru á stødd sum stór sethús, uml. 10 x 12 alin (6,3 m x 7,5 m). Heimildarmaður sigur, at salurin bleiv nógv nýttur í tíðini eftir hann bleiv bygdur, men síðani fast samband kom til bygdina, hevur nýtslan verið litil.

Skúlin.

Skúlin í Kunoy varð bygdur í 1886. Í samband við fyrstu royndini at skipa regluliga skúlagongd í Føroyum í 1737, skrivar presturin á Viðareiði álit um skúlan í norðuroyggjum. Um Kunoynna skrivar hann, at skúlin í oynni má verða í kunoyarbygd, Heima í Húsi. Har er stykkið avlagt í beitinum norðanfyri krikjugarðurin, eisini kallað Nýggigarður, og er stykkið stórt og vítt. Um bygdina skrivar presturin víðari, at har eru tveir býlingar, og eru tað 10 børn í skúlaaldri ið javnan kunna søkja skúlan, tó kunna tey onkuntíð verða forðaði av tí stóru ánni, sum rennur ígjøgnum bygdina. Annars eru eisini nøkur børn undir skúlaaldri.

Hendan skúlaroyndin í 1737 bleiv tó ikki til nakað, men í Kunoy eins og aðrastaðni í Norðoyggjumvar heimaundirvísing framhaldandi einasta álitið. Tað bleiv hildin skúli í ymiskum roykstovum í bygdini, og vóru lærararnir fyri tað mesta sjálvlærdir, ella høvdu fingið eitt sindur av lærdóm í Tórshavn.

Fyrstu lærarin í Kunoy við læraraprógvi bleiv settur í 1874, og síðani hava skiftandi lærara røkt starvið. Síðani fast samband kom til bygdina hava ymiskir lærara røkt starvið í bygdini, umframt at samstarv hevur verið við skúlan í Haraldssundi.

Viðarlundin.

Viðarlundin er gróðursett í 1905 og vaksin nakrar ferðir síðani tá. Hon hevur trivist væl, tó hon, eins og aðrar viðarlundir í Føroym bleiv nakað viðtikin av ódnarstormunum, ið herjaðu seinast í 1980´unum. Mitt í viðarlundini er stórur steinur, Eggjarsteinur, ið ungfólk hava til stuttleika at klúgva uppá.

El-orka.

Í 1951 fingu kunoyingar sær vatnverk til el-framleiåslu. Turbina varð fingin av vatnverkinum á Strond. Byrging bleiv gjær uppi í Skarðdali, og vatnleiðing lagt oman ígjøgnum dalin til verkið. Turbinan var tó ikki størri enn so, at hon megnaði ikki at fylgja við øktu el-nýtsluni í fimmtiárunum, so í 1962 bleiv motorur uppsettur. Húsini gjørdi Heini O. Heinesen, byggimeistari. Tann sunnari parturin var til motorin, og norðari parturin var felags frystihús til bygdafólkið.

Bagdafelagið “Vesturskin”.

Eftir at bygdin Kunoy for uppi SEV, hevur húsið verið nýtt til m.a. bygdarhús. Í 1992 varð bygdafelagið “Vesturskin” stovnað, sum rekur bygdastovuna. Húsið verður mest nýtt til smærri mentunarlig tiltøk, eins og føroyaskan dans og veitslur. Kunoy er nýggjársbygd, so nyggjársdansur hevur ofta verið hildin í bygdarhúsinum.

Fótbóltsvøllur varð útlagdur í 1920´unum. Tá varð eisini “Kunoyar Ítrottarfelag” stovnað, sum hevur verið virkið til tíðir.

 

 


blog lam dep | toc dep | giam can nhanh

|

toc ngan dep 2016 | duong da dep | 999+ kieu vay dep 2016

| toc dep 2016 | du lichdia diem an uong

xem hai

the best premium magento themes

dat ten cho con

áo sơ mi nữ

giảm cân nhanh

kiểu tóc đẹp

đặt tên hay cho con

xu hướng thời trangPhunuso.vn

shop giày nữ

giày lười nữgiày thể thao nữthời trang f5Responsive WordPress Themenha cap 4 nong thonmau biet thu deptoc dephouse beautifulgiay the thao nugiay luoi nutạp chí phụ nữhardware resourcesshop giày lườithời trang nam hàn quốcgiày hàn quốcgiày nam 2015shop giày onlineáo sơ mi hàn quốcshop thời trang nam nữdiễn đàn người tiêu dùngdiễn đàn thời tranggiày thể thao nữ hcmphụ kiện thời trang giá rẻ