KM | Koyritíð | Tunnilsgjald | Kl. 0600 – 1700 | Kl. 1700 – 2400 | Kl. 2400 – 0600 |
---|---|---|---|---|---|
58 | 792,- | 919,- | 1070,- |
Elduvík er gomul bygd. Fyrstu ferð hon er nevnd, er í Hundabrævinum.
Bygdin verður nógv vitjað av ferðafólki. Har er sera vakurt og nógv at síggja.
Ein gongutúrur í vestara parti av bygdini, har kirkjan og gamli býlingurin eru, er sera hugnaligur.
Eisini er vert at ganga oman á lendingina, sum liggur eitt fitt petti norðanfyri bygdina.
Ein túrur millum gróthúsini í eystara parti av bygdini er áhugaverdur. Eitt kort, sum lýsir, hvussu nógv gróthús vóru í gomlum døgum, er sett upp til tey vitjandi.
Designed and programmed by Aivot© 2021